Listaleypurin: Operaframførsla í auluni

11. Jan 2018

GANDAFLOYTAN eftir Mozart er heimskendur operaklassikari við stórfingnum tónleiki og hugkveikjandi søgu um kærleika og moral við nógvum fløkjum um tað góða og tað ónda, eyðnu og óeyðnu. Næmingar fingu í dag høvi at uppliva Gandafloytuna.

les meir

Skúlastýrið umskipað

10. Jan 2018

Martin Karl Olsen hevur sitið sum starvsfólkaumboð í skúlastýrinum. 1. november varð hann settur sum 1. varaskúlastjóri, og kann hann tí ikki longur sita í skúlastýrinum. Rudi H. Heinesen, lærari, er vald fyri hann. Kristjan Petersen er varaumboð.

les meir

Góð ráð: Les hart fyri teg sjálvan

09. Jan 2018

Orðini vera týðiligari í langtíðarminninum og tí nógv lættari at taka fram aftur seinni, tá ið tú lesur hart fyri teg sjálvan.

les meir

INNSKRIVNG TIL 1. FLOKK, FRÍTÍÐARSKÚLA OG FORSKÚLA

08. Jan 2018

Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2012 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, kunnu nú skriva barnið/børnini inn. Innskrivingin er fyri skúlar, forskúla og frítíðarskúlar skúlaárið 2018/2019. Freistin at skriva seg inn er fríggjadagin 19. januar 2018.

Far á næstu síðu.

les meir

Petur havt sín seinasta arbeiðsdag

07. Jan 2018

Fakligur dugnaskapur, hollir eginleikar, eyðmýkt, ið avsepglar styrki, vinskapur, arbeiðssemi, trússkapur og nærvera. Tað er hugfarsligi húsavørðurin, Petur Veihe, sum nú er farin frá við eftirløn.

Les meir á næstu síðu.

les meir

Leiðslurnar dubba seg

06. Jan 2018

Við skúlaársbyrjan í fjør fóru 42 lærarar á skúlabonk at útbúgva seg í námsfrøðiligari leiðslu. Fleiri lærarar í Skúlanum á Fløtum teljast í hópinum, og ein teirra er skúlastjórin. Morgunsendingin hevði samrøðu við hann í gjár.

Far á næstu síðu og hoyr prátið.

les meir

Skúlin á Fløtum - eitt gott val

04. Jan 2018

Í skúlanum á Fløtum er spennandi innskúling. Tobias, næmingur í 1 flokki, sigur soleiðis: “Í skúlanum læri eg at lesa og eg læri eisini at rokna, og eg haldi, eg læri eisini at spæla. Tað er gott, at frítíðarskúlin liggur tætt við, tú kanst fara í Grasagarð, tú kanst eisini vera í skúlanum, og tú kanst eisini fara í Reyða hús, og tú kanst fara í eitt, sum eitur verkstaðið."

Síggj filmin og les meira um skúlan og 1. flokk á næstu síðu.

les meir

2018: »Spæla, mæla, tala«

03. Jan 2018

Í 2018 verður málmenningin hjá okkara børnum sett í miðdepilin. Endamálið er at økja um tilvitið hjá øllum, sum eru um smæstu børnini. Regluliga hava vit seinastu árini hoyrt bæði námsfrøðingar og lærarar rópa varskó, tí orðfeingið hjá børnunum er skjótt og støðugt minkandi. Vanlig orð hvørva, málfatanin tódnar og enskt trokar føroyskt burtur.Seinastu árini er dagliga samveran - og samrøðan - millum okkum menniskju nógv broytt. Serliga tí skermar eru vorðnir ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá bæði børnum og vaksnum. Tað hevur sínar fyrimunir – men tað hevur eisini sínar fylgjur.

Les boðskapin frá Rigmor Dam og landsstýrinum á næstu síðu.

les meir