First Lego League: Læruríkt og spennandi

05. Des 2017

Næmingarnir úr 7 flokki er nú komnir aftur eftir eina spennandi, avbjóðandi og mest av øllum læruríka kapping í Noregi.

les meir

Næmingaráðið í 7. - 8. flokki

04. Des 2017

Næmingarnir í 7. og 8. flokki halda til í gamla skúla á Argjum. Flokkarnir hava valt umboð í næmingaráð. Nývalda næmingaráðið hevði sín fyrsta fund í síðstu viku, har tey m.a. skipaðu nevndina.

Frætt meira á næstu síðu.

les meir

Íverksertan: Finalubrakið verður í februarmánað

01. Des 2017

Skúlin á Fløtum er við aftur í ár í skúlaFM í íverksetan. Átta aðrir skúlar luttaka, og tað er størsta talið av skúlum nakrantíð.Allar kanningar vísa, at tess fyrr tú byrjar at arbeiða við íverksetan, fleiri fyritøkur koma burturúr. Eisini fáa næmingarnir persónligar, fakligar og sosialar førleikar, ið teir kunnu nýta seinni í lívinum, og sum samfelagið eisini fær gagn av.

les meir

Lærari til Skúlan á Fløtum

30. Nov 2017

Hevur tú hugsjónir og dirvi at ganga nýggjar leiðir, og megnar tú at ganga á odda í einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum KT-vørður á skúlanum á Fløtum frá 1. januar 2018 at rokna. Starvið er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað...

les meir

Næmingar úr 7.a: Til Noregs at kappast

30. Nov 2017

Í morgun er ein bólkur úr 7.a ávegis til Fronebu beint uttan fyri Oslo at kappast í stórari norðurlendskari Lego League kapping. Tey skulu kappast móti 49 øðrum liðum úr Svøríki, Danmark og Noregi. Talan er um lið, sum øll hava vunnið lokalu finalurnar í First Lego League.

Frásøgn, myndir og filmur á næstu síðu.

les meir

Tekningin hjá Gilla í 3.a er á 10 túsundtals posum

29. Nov 2017

Børn um alt landið hava verið við í kappingini at tekna jólaposan hjá SMS. Nú ein dagin varð vinnarin funnin, og hann gongur í 3.a í Skúlanum á Fløtum.

les meir

Næmingar í 8. og 9. fl: Lærið tykkum at nýta Wiseflow

27. Nov 2017

Nýggja skipanin, ið verður nýtt til talgildu royndirnar, og sum verður nýtt til jólaroyndirnar, eitur Wiseflow. Próvstovan hevur lagt stuttar kunnandi filmar út um, hvussu skipanin virkar. Skalt tú til jólaroynd, so er snilt at hyggja at filmunum.

Fær á næstu síðu.

les meir

Vit eiga ein danmarkarmeistara

26. Nov 2017

Askur í 7.d. hevur í dag kappast í lopi yvir hest í Danmark, vann gull og gjørdist danmarkarmeistari. Lopið hjá honum fekk skotsmálið 14,3, ið er 0,9 hægri enn tað hjá silvurvinnaranum.

les meir