JÓANSØKUBÁL

22. Jun 2018

Longsti dagur er farin aftur um, og jóansøka er í ovurmorgin. Kubbar og annað avlop frá byggingini gav nógv brenni til eitt stórt jóansøkubál á Frælsinum.

les meir

TEY FYLGJA VÆL VIÐ

22. Jun 2018

Næmingar í 1. vitjaðu byggiplássið úti á Fløtum í morgun. Undan teimum hava fleiri flokkar verið úti á Fløtum og fingið góða kunning um byggingina

les meir

GENIALT

22. Jun 2018

Facebook: Haldi, at átakið hjá Skúlanum á Fløtum hesar tvær vikurnar er fantastiskt. Í skúlataksuni eru ongar bøkur, bert ein hamari og stórur matpakki, nú arbeiðast skal fysiskt allan dagin. Hetta er sanniliga eisini góður lærdómur 4. 5. og 6. flokkarnir fáa í hesum døgum.

Frásøgn, myndir og upptøka á næstu síðu.

les meir

GESTIR Í HESTI

21. Jun 2018

Mikumorgun, klokkan er hálvgum níggju. Lívligt er á Gomlu rætt, Teistin skal út í Hest við Heimara skúla. Hálvan tíma seinni leggur Teistin at í Hesti, og hendingaríki dagurin byrjar av álvara. Veðurgudarnir eru blíðir, sól líðka og turt.

Frásøgn og myndir á næstu síðu

les meir

SÓLIN LÍVGAÐI SINNI OG RØRSLUHUG

20. Jun 2018

1.og 2. flokkur hugnaðu sær óført í Gundadali í morgun. Góða verðið kom sum vera man sera væl við eftir ódnina farnu dagarnar; gott fyri sinnið og eggjandi fyri røslsuhugin :-)

Myndir á næstu síðu.

les meir

Gyðja og Jóhanna úr 1. flokki í barnaútvarpinum

19. Jun 2018

Í síðstu viku tosaði barnaútvarpið við tær báðar í sambandi við, at tveir lærarar frá musikkskúlanum hava vitjað 1. flokkar og sungið saman við teimum einaferð um vikuna í 6-7 vikur.

les meir

Prógvhandan í Norðurlandahúsinum

17. Jun 2018

Mánadagin 25. juni verða prógvini handað næmingunum í 9. flokkunum. Í hesum sambandi verður hátíðarløta í Norðurlandahúsinum frá kl. 17:00 – 19:00.

----

Foreldur og onnur avvarðandi eru hjartaliga vælkomin til hátíðarløtuna.

les meir

SUM UM SMÁU HENDURNAR DUGA AT GANDA

15. Jun 2018

Hugdýpingardagarnir bjóða fram fjølbroyttar og eisini spennandi lærutilgongdir. Arbeitt verður bæði handaliga og bókliga.

les meir