U17-landsliðið við gentum úttikið. Fimm eru úr okkara skúla 

Í døgunum 5. til 12. mai fer føroyska U17-landsliðið við gentum til Hvítarussland, har UEFA menningarkapping verður á skránni. Umframt at spæla ímóti Hvítarusslandi, skulu føroysku genturnar eisini royna seg móti Aserbadjan og Kasakstan.

 

Øssur Hansen er venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, og hann hevur nú sett navn á tær 18, ið eru úttiknar til kappingina. Fimm av úttknu gentunum ganga í ítróttabreytini í Skúlanum á Fløtum, og tær eru: Jasmin, Rakul og Ester úr 8.F, Jórun og Sunnvá úr 9. F og Hanna úr 9. H.

 

Vit ynskja tykkum øllum góða eydnu. Og vit kunn leggja afturat, at vit eru líka stolt av tykkum sum av dreingjunum, sum eru úttiknir.

 

Les um dreingirnar HER.

Keldur: fsf.fo & pr