SØGUR UM KRÍGGJ

 

Bókadeildin setir sjóneykuna á ung, kríggj og søgur. Hvørjar søgur hoyra ung um kríggj og flóttafólk í dag? Hvat kunnu ungdómsbøkur við íspunnum søgum, sum tíðindi við fakta ikki kunnu? Hvat kann veruliga søgan hjá einum, ið er komin til Føroya undan ófriði geva okkum? Hvussu tulkar listabreytin á NámiX kríggj sum tema í síni list? Og hvat siga politisku ungmannafeløgini um leiklutin hjá Føroyum, tá tað snýr seg um kríggj og flóttafólk í dag? 

BÓKAPRÁT: KRÍGGJ Í UNGDÓMSBÓKUM
Silja Aldudóttir, Bókadeildin, prátar við Oddfríð Marna Rasmussen, sum hevur týtt tvær nýggjar bøkur til ung til føroyskt, sum á hvør sín hátt snúgva seg um kríggj. ”Zenobia” er ein grafisk skaldsøga, sum sigur søguna um eina gentu, ið flýggjar einsamøll undan kríggi úr Sýria. ”Um kríggj var í Norðurlondum” vendir vanligu søguni á høvdið, soleiðis at tað eru føroyingar, ið flýggja undan kríggi. Prátað verður eisini við umboð fyri Amnesty Ung og tveir ungar lesarar, ið siga sína hugsan um bøkurnar. (Les meira um bøkurnar niðanfyri)

ÚR KROATIA TIL FØROYA
Kristianna Poulsen, Bókadeildin, tosar við Dejan Elek, ið sum barn flutti til Føroya undan krígnum í Kroatia í 1990-árunum.


FØROYAR Í HEIMINUM
Politisk ungmannafeløg kjakast um leiklutin hjá Føroyum, tá tað snýr seg um kríggj og flóttafólk. Kára Bjarnadóttir Jakobsen er orðstýrari. Sosialistisk Ung, Unga Tjóðveldið, Framsøkin Ung og Unga Sjálvstýri luttaka.

KRÍGGJ Í LIST
Listabreytin í NámiX í Eysturskúlanum sýnir fram verk í Perluni, ið viðgera evnini kríggj og flóttafólk.

DANNY BALDURSSON 
Ljósglottar og vakrir tónar verða at hoyra frá Danny Baldurssoni.

BØKURNAR vera til sølu fyri serprís á tiltakinum.

UM BØKURNAR:
”Zenobia” er ein grafisk skaldsøga um gentuna Aminu, sum flýggjar uttan familju sína úr Sýria. Á vegnum hvølvist báturin, og Amina søkkur í havið. Meðan hon søkkur, síggja vit søgu hennara í afturlitum. Zenobia var drotning og stríðskvinna í Sýria, og mamma Aminu minnir hana ofta á styrkina hjá hesi kvinnuni fyri at geva henni áræði. Hesa styrkina roynir Amina at minna seg sjálva á, tá hon verður noydd at flýggja uttan familju sína. Morten Dürr hevur skrivað, og Lars Horneman hevur myndprýtt. Oddfríður M. Rasmussen týddi úr donskum.

Við bókini ”Um kríggj var í Norðurlondum” bjóðar rithøvundurin Janne Teller lesaranum av at gera eina hugaroynd. Við at venda sjónarhorninum á fær hon okkum at skilja, hvat tað í veruleikanum merkir at vera flóttafólk. Rithøvundurin hevur skrivað søguna av nýggjum við støði í hvørjum einstøkum Norðurlandi. Í okkara føri eru Føroyar í kríggi við hetlendingar og Orknoyggjar, og føroyingar verða noyddir at flýggja suðureftir. Bókin hevur skap sum eitt pass, og Helle Vibeke Jensen hevur myndprýtt bókina. Oddfríður M. Rasmussen týddi úr donskum.

 

Tiltakið verður mikukvøldið klokkan 20:00 í Perluni. Frá Skúlanum á Fløtum luttaka Oddfríður og Bjørg Jensen og Sølvi Næs Hoydal úr 9. flokki. Silja Aldudóttir fer at seta teimum báðum næmingunum spurningar um bøkurnar.