“VIT KUNNU IKKI BARA KEYPA EINA AÐRA JØRÐ Á E-BAY”

 

Hvønn fríggjadag á middegi er verðurlagstiltak uttan fyri løgtingshúsið.  Veðurlagsbroytingarnar upptaka  børnini nógv; nógvir spurningar, men ikki altíð nóg greiðar frágreiðingar. Men svar vilja tey hava til at gera sær meiningar um stóra vandamálið.  Ov mikið av tilfarið er at finna á netinum, miðlarnir umrøða spurningin stútt og javnt, og so verður tosa um tað á Vaglinum hvønn fríggjadag. 

 

Fríggjadagin gjørdu næmingarnir í 5. flokkunum ikki mætari enn at møta upp í miðbýnum. Tveir av næmingunum,  Jens Brandur í 5. a og Heðin í 5.b  sluppu fram at róparanum at bera nøkur orð fram:  "Vit kunnu ikki bara keypa eina aðra jørð á ebay" var greiði,  kontanti boðskapurin frá ungu skúlanæmingunum. Flokkarnir høvdu gjørt uppsløg við rakstrarrópum: 

VIT VILJA HAVA EIN GRØNARI HEIM NÚ! 

JØRÐIN SKAL SKÍNA

VIT TAKA FRÍ, SO VIT KUNNU HAVA EINA FRAMTÍÐ

VIT VILJA HAVA, AT ØLL BRÚKA RUSKSPANNINA

 

Á netmiðlunum fegnast fólk um frísku luttøkuna, men onkur hevur hug at andøva og heldur, at tað eru vit vaksnu, ið eiga at taka ábyrgd, og at vit ikki eiga at kasta hana á børnini. Ein løgtingsmaður spurdi, hvussu gomul børnini eru, og um tey ikki eru ov ung at taka lut í tí sum hann kallar partapolitiskar ósemjur.  Sama hvat, so hava ungu menniskjuni eina  hugsan um málið, og tey vilja ávirka okkum vaksnu til at gera okkurt. Onkursvegna hava tey rakt seymin á høvdið, tí luttøkan hevur vakt ans heilt inn í løgtingið. 

 

Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, helt røðu, og hann segði m.a, at seinastu dagarnar hava umboð fyri Fróðskaparsetrið og University of Prince Edward Island vitjað stovnar og fyritøkur, sum á ein ella annan hátt arbeiða fyri at minka um oljunýtsluna og teirra CO2 útlát. Orsøkin er, at Fróðskaparsetrið, saman við universitetum í Kanada, Íslandi, Orknoyggjum og Noregi hava bjóðað 5 lesandi úr hvørjum landi  at arbeiða við avbjóðingum, sum snúgva seg um, hvussu føroyskar fyritøkur og stovnar kunnu gerast leysari av olju.  Spurningarnir at taka hond um eru eitt nú:

hvussu vit skipa fyri einum grønum flutningskervi, 
hvussu bygningar kunnu gerast minni orkukrevjandi, 
hvussu bátar og skip kunnu leggjast um til aðrar orkukeldur enn olju
hvussu vit sum brúkarar gerast tilvitaði um at brúka minni orku 
hvussu vit økja framleiðsluna av grønari orku


Fyritøkurar og stovnar eru jaligt og spent til slíkt samstarv, og rektarin heldur, at hetta eggjar til nýhugsan, samhugsan og til samskifti um, hvussu orkuveitingin kann gerast grøn og sum frálíður til hugburðsbroyting og ein sterkari vilja til at fremja orkuskiftið.

 

Eftir stutta “veðurlagsverkfallið”, sum í grundini var ein øðrvísi skúlatími,  kundu næmingarnir fara heim at halda vikuskifti við fleiri upplýsingum og við kensluni av, at øll vera hoyrd og kunnu gera mun. Og mundu “veðurlagsbroytingar” ikki vera evni við náttúrðaborðini fríggjakvøldið?  

 

Keldur: el, FNU

Myndir: el, facebook