“GUNNRIÐ, HVAT MERKIR GUNNRIÐ?”

 

Gullborg, Gunn, Gunna, Gunnbjørg, Gunnbrit, Gunnfríð, Gunngerð, Gunnhild, Gunnleyg, Gunnrið. Langt fríkorter er, tey flokkast forvitin um eina gentu, ið stendur við navnabókini hjá Árna Dahl í hondini. Hon er á síðu 40, og har niðast stendur tað, navn hennara “Gunnrið”. Hon lesur: “Úr norrønum, sett saman av Gunn-, av gunnr, stríð, bardagi og -rið av fríð, vøkur.” Garðvaktin nærkast, myndug loyvir hon sær  at leggja tekstin út: “Stríðsvøkur, stríðsvøkur, tað er tað navnið merkir”. Tey halda fram at leita, nú eftir einum øðrum navni.

 

Í tímanum framman undan tosaðu tey um nøvn. “Upprunaliga hava øll nøvn ein týdning, mítt navn merkir bóndi,” messaði lærarin uttan at vita, at hann festi í forvitni hjá næmingunum: “Hvat merkir mítt navn?”, “mítt?”, “Gunnrið, hvat merkir Gunnrið?” “Farið inn á bókasavnið, tosið við Flemming og Anniku, tey finna tykkum navnabókina,” eggjaði lærarin teimum til. 

 

Gunnrið var skjót at lofta svarinum, fekk fatur á navnabókini og fór beinanvegin at granska navnalistan: “Gunnrið, Gunnirð, Gunnrið, Gunnriðar.....”