FLØTUR: TEIR ERU FARNIR AT STOYPA


Týsdagin vitjaðu skúlastýrislimir  byggiplássið úti á Fløtum. Teir hjá byggisamtakinum Articon/Búsetur eru farnir at stoypa, ítróttarhøllin við 6 m høgu veggjunum tekur skap. Longu nú ber til at fáa  kenslu av, hvussu stórur bygningurin verður.

Uttanumøkið er nærum liðugt, rennibreytin er gjørd, og sátt er í, har grasið skal vaksa. Í mánaðarskiftinum februar-mars verður farið at gróðurseta trø og runnar, so tá ið nýggi stásiligi skúlin stendur liðugur á sumri 2020, eru allar slóðir  eftir stóra byggiplássið burtur.

Byggingin heldur tíðarætlanina, so vánirnar um at flyta inn í augustmánað 2020 eru góðar.