Námsfrøðingur til Skúlan á Fløtum

Starv sum námsfrøðingur í Skúlanum á Fløtum er leyst at seta skjótast gjørligt:


Um skúlan

Í Skúlanum á Fløtum ganga væl oman fyri 700 næmingar í 1. – 9. flokki. Bygnaðarliga er skúlin skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 1. - 7. flokki og fimm flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki, umframt serflokkin. Ætlanin er, at skúlin frá 2020 eisini fer at fevna um forskúla. Starvsfólkahópur skúlans, ið eru lærarar, námsfrøðingar, stuðlar, skrivstovufólk, heilsufrøðingar, reingerðarfólk, húsavørðir o.o., fevnir um stívliga 100 starvsfólk. 

Virðisgrundarlag skúlans byggir á fakliga styrki, viðurkennandi námsfrøði og felagsskapin; í einum læruumhvørvi, ið rúmar bæði hondum og huga. 

Skúlin slóðar fyri og tekur lut í fleiri undirvísingarligum átøkum og verkætlanum. Innan serøkið fevnir skúlin um Sertilboðið 4-10, Lopfjølina og eina væl virkandi førleikastovu.

 

Um starvið

Starvið sum námsfrøðingur í Skúlanum á Fløtum fevnir um at saman við lærarum og námsfrøðingum at skipa skúladagin hjá næmingum í grunddeildini, ið hava avbjóðingar í gerandisdegnum. 

Starvið krevur nakað av fyrireiking og eginleikar at kunna laga seg til tað, sum dagurin hevur at bjóða.

 

Førleikakrøv

Skúlunum tørvar ein námsfrøðing, ið er:

arbeiðshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd, samstarvshugaður, sær møguleikar og leggur dent á felagsskapin

Tann, ið settur verður í starvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving, og viðkomandi royndir í fólkaskúla kunnu vera ein fyrimunur. Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann annar umsøkjari setast í tíðaravmarkað starv.

 

Setanarviðurskifti

Starvsøkið er Mentamálaráðið og stovnar undir tí við fyribils starvsstaði í Skúlanum á Fløtum.

Talan er um fast starv við setanarbroti á 0,6 sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingurin er løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum

 

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Regini Marnersyni, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. august 2019.

 

Umsóknin verður stílað til:

reginm@saf.fo; frámerkt "Starv, námsfrøðingur"

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Regin Marnersson, skúlastjóra tlf. 216676 ella Marilyn Danielsen, varaskúlastjóra við ábyrgd av serøkinum, á tlf 220013.