KOMIÐ TRYGT OG VÆL Í SKÚLA OG HEIMAFTUR

 

Um hálva aðru viku byrjar skúlin aftur. Ráðið fyri ferðslutrygd sigur m.a. soeliðis: 

Tað er stórur dagur, tá ið barnið fer í skúla. Nýggjur heimur letur seg upp, og avbjóðingarnar verða fleiri. Ein avbjóðingin er skúlaleiðin. Skal barnið  verða koyrt í skúla, skal tað ganga ella fara við bussi? Sama, hvat ið hóvar tykkum best, hevur tað stóran týdning, at barnið longu á ungum árum lærir at bera seg at í ferðsluni á skilagóðan hátt og kennir seg trygt á veg í skúla og til húsar aftur.

Ymiskt er, hvussu barn um 6-7 ára aldur klárar seg í ferðsluni. Tað veldst um, hvussu búgvið barnið er, og hvussu nógv tað veit um ferðslu. Tó eru fleiri felagsnevnarar:

·     Tey duga illa at meta fjarstøðu og ferð

·     Tey síggja støður frá sínum sjónarhorni og duga illa at síggja støður úr fleiri sjónarhornum

·     Tey hava ilt við at meta um tað, ið fer at henda, og síggja eina vandastøðu, ið kann taka seg upp 

·     Tey síggja smálutir, men fata ikki altíð heildina

·      Tey gera ofta skjótt av og gloyma at hyggja rundan um seg

·      Tey vænta, at vaksin altíð halda ferðslureglurnar

 

Sostatt tørvar børnum hjálp og venjing, so tey kunnu fara í skúla trygg og sjálvbjargin.

 

Áheitan um umhugsni og varsemi í ferðsluni

Skúlin á Fløtum heitir  á øll foreldur um at gera sítt til, at næmingarnir koma lagaliga í og úr skúla. Um til ber, fylgið børnunum í skúla ella latið tey ganga ella súkkla, tá tey eru nóg stór og trygg í ferðsluni. Bussar steðga nærhendis øllum skúlaeindum.

 

Nøkur ferðsluráð til av- og áskipan 

Eindin á Landavegnum (Ytri/Guli Skúli)

Steðgið á p-økinum við skúlan og setið næmingar av, ella steðgið á p-økinum við Landavegin, heldur enn at steðga framvið gongubreytini.

 

Eindin á Frælsinum 

Steðgið á p-økinum á Frælsinum og setið næmingar av, heldur enn á Magnstøðini ella framvið gongubreytini, so noyðast børnini ikki at ganga tvørtur um vegin. 

Steðgið á p-økinum handan Á ella á p-økinum á Stórheyggi og setið næmingar av.

Eindin í Kongagøtu/Finsen

Steðgið í av- og áskipingarplássinum við Finsen í Tróndargøtu, ella koyrið niðan í Tórsgøtu frá N. Finsens gøtu og setið næmingar av har.

 

Eindin á Argjum

Koyrið omanum til Sjósavnið og setið næmingar av á p-økinum niðanfyri skúlan.

 

Eindin í Gundadali

Koyrið inn á parkeringsplássið framman fyri FSF húsið

Komið øll trygt og væl í skúla!

Keldur: rff.fo&saf.fo