KUNNING FRÁ SKÚLABÓKASAVNINUM

KUNNING FRÁ SKÚLABÓKASAVNINUM

UM RYKKJARAR FRÁ BÝARBÓKASAVNINUM

 

Góðu
foreldur/avvarðandi

Fáa
tit áminning frá Býarbókasavninum, tit ikki kennast við, er orsøkin helst, at
barn tykkara hevur lænt eina bók á skúlabókasavninum, og at lánitíðin er farin.

 

Á heystið 2018 skifti
Tórshavnar býarbókasavn og øll skúlabókasøvnini í kommununi bókingarskipan. Av
tí at skúlabókasøvnini virka undir Býarbókasavninum, fáa foreldur áminning um
bøkur umvegis telduboð frá Býarbókasavninum, hóast lánið er skrásett á skúlabókasavninum,
har barnið gongur í skúla.

 

Vit hava sett fram
ynski til veitaran av skipanini um at fáa hetta broytt, so tað sæst hvørjum
skúla telduboðini koma.
Vónandi halda tit okkum
til góða,til viðurskiftini eru komin í
rætt lag.

 

Vit vilja samstundis heita á tykkum
um at hjálpa børnunum at minnast til at lata bøkurnar inn, har tær eru læntar.

 

Blíðar heilsanir













































Skúlabókavørðirnir