FREMMANDAMÁL SKULU STYRKJAST

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum, setti herfyri ein arbeiðsbólk at skriva eina ætlan fyri fremmandamál í føroyska undirvísingarverkinum. Bólkurin hevur handað landsstýriskvinnuni eitt tilmæli.

Arbeiðsbólkurin metir, at umstøðurnar hjá fremmandamálum í undirvísingini kunnu styrkjast á ymiskan hátt. Góðskan í undirvísingini eigur at verða tryggjað, millum annað við undirvísingartilfari til føroyska málbólkin í øllum fremmandamálum, og fremmandamál eigur at fáa hægri raðfesting í vikuætlanini, eins og eftirútbúgvging av lærarum eigur at verða afturvendandi. Arbeiðsbólkurin vísir á, at við alheimsgerðini verða lond knýtt alsamt tættari saman, og tí hevur tað ongantíð verið meir átrokandi enn nú at læra fremmandamál. 

 

Um týskt í fólkaskúlanum verður m.a. sagt:

Næmingarnir í fólkaskúlanum læra danskt frá 3. flokki og enskt frá 4. flokki. Tað er óheppið, at ov long tíð gongur, til teir læra næsta fremmandamál ella einki nýtt mál læra yvirhøvur eftir 4. flokk. Hóskandi hevði verið at lært eitt nýtt fremmandamál í 6. ella 7. flokki fyri at halda førleikan at ogna sær mál við líka. Harumframt hava næmingarnir í hesum aldri eitt íborið forvitni og ein opinleika, sum eigur at verða gagnnýttur, tá ið hugsað verður um læring. 

Triðja málið í fólkaskúlanum eftir føroyskt eigur at vera týskt. Føroyskt og týskt hava sama uppruna og líkjast nógv. Tey eru bæði bendingamál, og týska mállæran líkist sostatt nógv tí føroysku. Næmingar læra við øðrum orðum týskt, samstundis sum teir verða styrktir í sínum egna móðurmáli, føroyskum. Lærugreinin er soleiðis við til at styrkja føroyskt og málfatan í heila tikið, sum er ein av orsøkunum til, at týskt skal vera næsta fremmandamálið eftir enskt í fólkaskúlanum. Aðrar orsakir eru útbreiðslan av týska málinum í okkara heimsparti, at Týskland er búskaparliga fjórðsterkasta tjóð heimsins og tí lokkandi fyri alt samstarv, og tí mentanin er rík og í stóran mun eisini felags við okkara. 

Mælt verður til at byrja við einum ella tveimum tímum um vikuna, og at allir næmingar hava týskt. Eftir hetta kunnu teir velja, um teir halda fram við týskum í 8. og 9. flokki. 

Margreth Veihe, sum er lærari í Skúlanum á Fløtum, var ein av teimum sjey í arbeiðsbólkinum. 

Tilmælið er viðheft niðanfyri (pdf-fíla).

Les eisini HER.

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevur borið skjótt at, tí longu 19. juli hevur hon broytt kunngerðina um upptøkutreytir  til hugbreytog búskaparbreyt. Nú krevst, at næmingar skulu hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lgai tvey ár, t.v.s, at teir skulu hava týkst í 8. og 9. flokki. 

Keldur: mmr.fo, logir.fo

 

 

Tilmæli um fremmandamál í Føroyum.pdf