Kunning frá skúlavegleiðarunum

19. Feb 2018

Fríggjadagin 2. mars koma miðnámskúlarnir at kunna næmingar í 9. flokki um fjølbroyttu tilboðini, teir bjóða fram.
Skrá á næstu síðu.

les meir

Finalan í SkúlaFM í íverksetan verður í Salt á Drelnesi

16. Feb 2018

Fríggjadagin 23. februar verður stóra finalan í SkúlaFM, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast um at vinna Gullfræið frá Íverksetarahúsinum. Í ár verður finalan í nýggja mentanarhúsinum á Drelnesi í Suðuroy, SALT. Næmingarnir í Skúlanum á Fløtum hava klárað seg sera væl, í fjør fingu teir fyrsta og annað pláss. Eins og undanfarin ár tekur Skúlin á Fløtum eyðvitað lut við væl fyrireikaðum íverksertaranæmingum - og fyrstu ferð eisini við næmingum úr 8. flokki. Við teimum fer royndi verkætlanarlærari skúlans, Jónfríð Jónanesarson.

les meir

Námsfrøðingur til Skúlan á Fløtum

15. Feb 2018

Starv sum námsfrøðingur er leyst søkja til setan frá 1. mars 2018 ella skjótast gjørligt eftir hetta. Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast sum PDF-fíla til reginm@saf.fo, merkt “Starv, námsfrøðingur” í seinasta lagi mánadagin 26. februar kl. 12.00.

Les lýsing á næstu síðu.

les meir

8.ð vitjaði hjá katolikkunum

15. Feb 2018

Í kristnitímunum um middagsleitið í gjár fóru næmingarnir í 8.ð á gátt í Mariu kirkjuni. Oddfríður er ein av lærarunum og hann sigur, at systir Maria tók væl ímóti teimum.

Myndir og frásøgn á næstu síðu.

les meir

Várroyndirnar hjá 8. og 9. flokki

14. Feb 2018

Várroyndirnar hjá 9. flokki eru frá týsdegnum 20. februar til mánadagin 26. februar og hjá 8. flokki frá týsdegnum 27. til fríggjdadagin 2. mars.

Neyvari kunning á næstu síðu.

les meir

Føstulávint í myndum

12. Feb 2018

Á næstu síðu eru myndir og upptøka frá føstulávintshaldunum í dag, sum hava verið í Gundadali, í Kongagøtu, í Heimara skúla, á Frælsinum og á Argjum.

les meir

Og so fóru tey upp á gólv

09. Feb 2018

3. og 4. tíma í morgun fóru allir flokkar upp á gólv. Myndir og upptøka av Heimara skúla á næstu síðu.

les meir

PANGEA STØDDFRØÐISKAPPING

09. Feb 2018

Allir næmingar í 3. – 9. flokki kunnu vera við. Kappingin í ár fer fram í hesi vikuni, og lærarin skipar fyri í flokkinum. Semifinalan verður í Eysturskúlanum í marsmánaði og finalan verður hildin í Havn í apríl.

Síggj upptøku og myndir av 3.b á næstu síðu.

les meir