24. Apr 2018
Í gjár varð kanning av lesivanunum hjá næmingum í 4., 6. og 9. flokki almannakunngjørd. Kanningin vísir, hvussu ofta og nógv børnini lesa, hvat tey lesa, á hvørjum máli og á hvørjum miðli.
Meira á næstu síðu.
23. Apr 2018
Børnini eru so hugað í veltuni, at tey eru farnin at velta í fríkorterinum.
Kykmynd á næstu síðu.
19. Apr 2018
Í ár er »Árið fyri málmenning hjá børnum«. Í lýsingini av málmenningarárinum stendur, at málfatan og málførleiki er grundarlagið undir sjálvum fólkaræðinum. Okkum tørvar góðan málførleika, tá vit skulu kjakast, hugsa kritiskt og taka lut í fólkaræðinum.
Á næstu síðu kanst tú lesa eitt sindur um, hvussu børn kunnu stimbrast málsliga.
18. Apr 2018
Tá ið heimasíðan vitjar gongur dansurin kykur, Fríða og Tonnie spíla seg út á stóra aulugólvinum saman við næmingunum. Og í meðan stákast Jóannes húsavørður úti á gongini og tykist gruna, hvat býr undir lívligu rútmunum, sum troka seg gjøgnum veggin eins og smáir skjálvtar.
Meira á næstu síðu.
17. Apr 2018
Í farnu viku var úrtøka til flokkarnar í hondboltsrásini.
Frætt meira á næstu síðu.
16. Apr 2018
Í sambandi við at Meludia er kunngjørt á føroyskum hava starvsfólk av Meludiaskrivstovuni í París vitjað í Føroyum í eina viku, og fríggjadagin vóru tey í Skúlanum á Fløtum.
Upptøka, myndir og frásøgn á næstu síðu.
14. Apr 2018
Næmingar í 9. flokki skulu til PISA kanning mánadagin 16. apríl, kl. 8:30, í høllini á Stórheyggi.
Kunning á næstu síðu.
13. Apr 2018
Fimti parturin í sendingin `Gud signi Føroyar´ varpaði ljós á markið millum átrúnað og vísindi. Í tí sambandi var útvarpið í eindini á Argjum á middegi og hevði samrøðu við Petur Reinert, lærara í kristni, og Berg Samuelsen, lærara í lívfrøði.